Leyen: Mistak at venda kjarnorkuni bakið

Leyen: Mistak at venda kjarnorkuni bakið
Forkvinnan í ES-nevndini sigur, at ES fer at seta í verk skipan, sum hevur til endamáls at stuðla kjarnorkutøkni
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, helt røðu á toppfundinum um kjarnorku í París í dag.
Mynd: Abdul Saboor/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.03.2026 - 13:40

Tað var eitt strategiskt mistak av Evropa at venda sivilari kjarnorku bakið.

Tað sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, sambært norska kringvarpinum, NRK.

- Kjarnorka er ein álítandi og rímilig orkukelda við lítlum útláti, og tí var tað eitt mistak av Evropa at venda sær burtur frá hesari orkukelduni, segði ES-nevndarforkvinnan, tá hon setti toppfundin, sum snýr seg um kjarnorku sum orkukeldu.

Toppfundurin verður hildin í París í dag.

Ursula von der Leyen legði aftrat, at ES fer at seta í verk eina trygdarskipan uppá 200 milliónir evrur - tað svarar til slaka hálva aðru milliard krónur - við tí endamáli at stuðla íløgum í innovativa kjarnorkutøkni, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493