Sjáldsamt at bæði fólkatingsumboðini endurvinna sessin

bannari
Sjáldsamt at bæði fólkatingsumboðini endurvinna sessin
Tað eru heili 45 ár síðani seinast, at føroyingar hava valt somu fólkatingslimir at umboða seg á fólkatingi
Fólkatingsval verður 24. mars.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.03.2026 - 08:44

Um minni enn tvær vikur skulu føroyingar aftur á fólkatingsval. 

Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum hava seinastu setuna røkt fólkatingssessirnar. Bæði hava boðað frá, at tey stilla upp aftur til fólkatingsvalið 24. mars.

Men tað er sjáldan, at báðir fólkatingslimirnir endurvinna sessin, skriva valurslit.fo. 

Tað eru heili 45 ár síðani seinast, at føroyingar hava valt somu fólkatingslimir at umboða seg á fólkatingi.

 

Pauli og Jacob

Á fólkatingsvalinum í 1981 blivu Pauli Ellefsen úr Sambandsflokkinum og Jacob Lindenskov úr Javnaðarflokkinum afturvaldir, eftir at teir eisini vóru valdir í 1979.

Orsøkirnar hava verið ymiskar, hví somu fólkatingslimir ikki hava endurvunnið sín sess. Stundum hevur undirtøkan ikki verið nóg dygg, men eisini eru fleiri dømi, at tey ikki hava stillað uppaftur.

Tað vísir seg tó, at annar fólkatingslimurin - næstan - altíð vinnur annan sessin. 

Síðan 1950 hevur annað av teimum verandi føroysku fólkatingsumboðunum altíð endurvunnið sessin á Christiansborg - við bara einum undantaki, skriva valurslit.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025