KAKUMiKS: Leskiligar køkur koma aftur á skíggjan

KAKUMiKS: Leskiligar køkur koma aftur á skíggjan
Spennandi bakikappingin fyri børn og ung er aftur í ovninum. 20. mars verður fyrsti partur av aðru sesong av KAKUMiKS í sjónvarpinum og á KVF MiKS
Svend Danielsen er aftur vertur í KAKUMiKS og leiðir ungu bakararnar gjøgnum kappingina.
 
13.03.2026 - 18:10

Eru tit til reiðar at finna fyrrikløðini fram og tendra ovnin? Nú verður aftur fult av søtum angum, spennandi avbjóðingum og kreativum køkum, tá KAKUMiKS kemur aftur á skíggjan. 

Kappingin er hin sama - og tó ikki. Til 2. sesong av Kakumiks hava vit gjørt okkara heilt egna dreymakøk til teir spentu bakararnar!


Í nýggja KAKUMiKS-køkinum verða karmarnir settir fyri eina spennandi bakikapping við kreativum og søtum avbjóðingum. 

 

Vertur í sendingini er framvegis Svend Danielsen, sum leiðir luttakararnar gjøgnum spennandi og søtar avbjóðingar. 

Eisini hava vit biðið tær dugnaligu Kirstin Hammer, sum eigur og rekur Gómagott í Havn, og Olevinu Sundsskarð, sum eigur og rekur Kondittarí Marietta í Klaksvík, at vera dómarar aftur í ár. Tær geva liðunum stig í hvørjum umfari, og liðið við flest stigum vinnur og fer víðari í kappingini. 

Vinnararnir fara ikki tómhentir heim. Umframt heiðurin vinna tey eina glasmuffu og ymiska kakuútgerð. Vinnarakakan verður eisini sett til sølu í Gómagott og Kondittarí Mariettu, so øll fáa møguleika at smakka hana. 

Les eisini: KAKUMiKS: Spennandi bakikapping fyri børn og ung kemur skjótt úr ovninum!


Vinnararnir í fjør gjørdust Bjarti Karbech í Hjøllum og Mattias Malunarson Brøðraberg við liðnavninum Bakistjørnurnar.   

 

Les eisini: Finalan í KAKUMiKS |

Í hvørjum parti eru tvey umfør. Í fyrsta umfari fáa liðini hjálp frá kendum hjálparbakarum. Her skulu tey baka smákakur innan ein tíma, og tey vita ikki frammanundan, hvat tey skulu gera. 

Vit kunnu longu nú avdúka, at hjálparbakararnir í fyrsta parti eru kendu tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Sakaris, sum eisini høvdu eina framúr konsert til ársins FMA. 


Guðrið Hansdóttir og Sakaris hjálpa luttakarunum í fyrsta umfari av KAKUMiKS.  

 

20. mars verður fyrsti partur av aðru sesong av KAKUMiKS í sjónvarpinum og á KVF MiKS. 

Her er ein brellbiti frá fyrsta parti: 

REYP_DAG_01_SOME_OK

Gleðið tykkum til aðru sesong av KAKUMiKS! 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533