Fólkafloksvalevni: Forskattingin skuldi ongantíð verið komin

bannari
Fólkafloksvalevni: Forskattingin skuldi ongantíð verið komin
Fróði Magnussen, fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum og nú løgtingsvalevni, staðfesti í kjaksending í gjárkvøldið, at tað var ein feilur at forskatta pensjónirnar
Fróði Magnussen er valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið.
 
18.03.2026 - 13:27

- Forskattingin av pensjónum skuldi ongantíð verið komin.

So avgjørdur var Fróði Magnussen, valevni hjá Fólkaflokkinum, í kjaksendingini "Tinggáttin" í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fanst at Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum vóru í samgongu, tá forskattingin var sett í verk, og segði, at forskattingin er ein av orsøkunum til, at haldførið er undir trýsti í dag. 

Fróði Magnussen, fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum og nú valevni fyri Fólkaflokkin, staðfesti, at tað var ein feilur at forskatta pensjóninar. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18032026_Frodi

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672