Ákæruvaldið krevur Marius Borg Høiby dømdan meira enn sjey ára fongsul

Ákæruvaldið krevur Marius Borg Høiby dømdan meira enn sjey ára fongsul
Ákærin segði undir dómsviðgerðini, at sonur Mette Marit krúnprinsessu eigur ikki at fáa linari revsing, tí hann er kendur
Ákæruvaldið krevur, at Marius Borg Høiby verður dømdur sjey ár og sjey mánaða fongsulsrevsing.
Mynd: Ane Hem/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.03.2026 - 08:31

Ákæruvaldið í Noregi krevur, at sonur Mette Marit krúnprinsessu, Marius Borg Høiby, verður dømdur sjey ár og sjey mánaða fongsulsrevsing.

Tað kom fram í dómsviðgerðini hjá ákæranum í rættinum í Oslo í gjár.

Marius Borg Høiby er ákærdur fyri 39 ymisk brot, og hóast hann noktar seg sekan í neyðtøku og  teimum ógvusligastu ákærunum, er eingin náði at hóma frá ákæranum, skrivar NRK.

 


Sturla Henriksbø er ákæri. (Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix)

 

Ákærin hevur seinastu tveir dagarnar gjørt sínar endaviðmerkingar, og tað var, tá tey bóðu rættin døma hann til eina drúgva fongsulsrevsing.

Ákærin segði eisini undir dómsviðgerðini, at Marius Borg Høiby skal ikki fáa linari revsing, tí hann er kendur. 

Nú eru eisini krøv móti Marius Borg Høiby upp á slakar tvær milliónir krónur frá ymiskum kvinnum í málinum.

Málið nærkast endanum, og nú eru bara endaviðmerkingarnar hjá verjunum eftir. Tær verða væntandi lidnar í dag ella í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096