Staðfest umstøður, sum kunnu hava stuðlað lívi á Mars

Staðfest umstøður, sum kunnu hava stuðlað lívi á Mars
RIMFAX-granskaratoymið, sum Uni Árting er partur av, hevur kunngjørt granskingarúrslit, sum staðfesta, at umstøður hava verið, ið kunnu hava stuðlað lívi
 
19.03.2026 - 17:10

Perserverance er navnið á rúmdarbilinumbili hjá NASA, sum varð sendur avstað í 2020, lendi á gongustjørnuni Mars í 2021, og sum hevur rannsakað og gjørt kanningar síðan.

RIMFAX er navnið á einum tóli Perserverance-bilinum, sum er eitt slag av georadara. Tólið virkar eitt sindur sum, tá seismiskar kanningar verða gjørdar. Tólið skjýtur radar-bylgjur niður í undirgrundina, sum verða kastaðar aftur. Signalið ið kemur aftur, gevur eina mynd av, hvussu undirgrundin sær út.

Uni Árting, jarðfrøðingur, arbeiðir fyri Jarðfeingi og fyri Universitetið í Oslo, er partur av RIMFAX-granskaratoyminum, sum júst hevur almannakunngjørt granskingarúrslit í greinini "Ground penetrating radar observations of ancient large-scale deltaic structures in Jezero crater, Mars" í tíðarritinum Science Advances.

Flótandi vatn á yvirflatuni
Hann greiðir m.a. frá, at tey hava kortlagt undirgrundina í einum øki á Mars, og har hava tey funnið nakrar áarósar og áir, sum siga nakað um, at vatn hevur verið á Mars. Við hesum úrslitinum hevur mann longt um tað tíðarbilið, sum flótandi vatn hevur verið á yvirfaltuni á Mars. Og tað merkir, at umstøður, sum kunnu hava stuðlað lívi, hava verið longri á yvirfaltuni á Mars, enn mann higartil hevur vitað um.

Hoyr samrøðu við Una Árting, jarðfrøðing hjá Jarðfeingi, og granskara í RIMFAX-toyminum.

1801998

 

Sí eisini

Grein hjá Jarðfeingi

Grein í Science Advances

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770