Politiið fær fleiri mál um vikuna um lokking á netinum

Politiið fær fleiri mál um vikuna um lokking á netinum
Dømi eru um, at børn heilt niður í níggju ár hava verið fyri grooming ella lokking
Løgreglan sigur, at trupulleikin við lokking er vaksandi.
Mynd: Shutterstock.com  
 
20.03.2026 - 13:22

Politiið í Føroyum fær fimm til sjey NCMEC-mál um vikuna. Løgreglan metir vanliga, at eitt til trý av hesum málum kunnu vísa seg at vera revsiverd.

Tað sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

NCMEC-mál eru mál um børn, sum kunnu hava verið fyri kynsligum ágangi á netinum.

Politiið veit um dømi, har børn heilt niður níggju ár hava verið fyri grooming ella lokking.

Eisini eru dømi um, at bara 19 minuttir eru gignir frá at lokkingin á netinum er byrjað til mynd er send.

 


Kári Jacobsen.

 

Trupulleikin veksur

Kári Jacobsen hevur ta fatan, at trupulleikin er vaksandi.

Samstarvið við NCMEC hevur vart í nøkur ár, og tað hevur givið eina mynd av, hvussu stórur trupulleikin í veruleikanum er. Hóast politiið roynir at gera fyribyrgjandi arbeiði við at vitja skúlar og annað, bendir einki á, at tað gongur rættan veg, kanska tvørturímóti.

Besti máti at koma trupulleikanum til lívs er við fyribyrging, sigur leiðarin á kanningardeildini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20032026_Kari_Jacobsen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604