Starvsstovan fer at kanna persónligt reinføri og útílatingarevni

Starvsstovan fer at kanna persónligt reinføri og útílatingarevni
Persónligt reinføri er týdningarmikið í allari matvøruframleiðslu, bæði á fiskavirkjum og á virkjum, sigur Starvsstovan
Eftirlit verður gjørt á 64 virkjum.
 
23.03.2026 - 08:09

Persónligt reinføri og útílatingarevni á matvøruvirkjum eru evnini, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at kanna í ár.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur regluligt eftirlit við matvøruframleiðslu.

Persónligt reinføri er týdningarmikið í allari matvøruframleiðslu, bæði á fiskavirkjum og á virkjum, sum gera mat til føroyska marknaðin, til dømis bakarar, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Og á teimum virkjum, sum brúka útílatingarevni, verður kannað, um virkini tryggja sær, at evnini eru góðkend til matvøruframleiðslu, og nýtslan er innan fyri galdandi markvirði.

Eftirlit verður gjørt á 64 virkjum.

Í fjør kannaði Heilsufrøðiliga starvsstovan føðsluvirði, vitaminir og mineral í føroyskum eplum, mairótum, gularótum og lambskjøti, bæði feskum og turrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115