Árni Ellefsen nýggjur stjóri í Smyril Line Holding

Árni Ellefsen nýggjur stjóri í Smyril Line Holding
Broytingar eru eisini gjørdar í nevndini í holdingfelagnum, men broytingarnar hava einki við pf. Smyril Line, sum rekur skipini og hotellini at gera
Árni Ellefsen er nýggjur stjóri í Smyril Line Holding.
 
26.03.2026 - 08:21

Partafelagið Smyril Line Holding, sum hevur til endamáls at eiga partabrøv í pf. Smyril Line, hevur fingið nýggjan stjóra.

Árni Ellefsen er vorðin stjóri, og tí er Jens Meinhard Rasmussen, sum hevur verið formaður, síðan felagið varð stovnað fyti kortum, er farin frá.

Smyril Line Holding er stovnað í sambandi við, at samtakið umhugsar at felagið skal skrásetast í keypskála, og henda broytingin er í tráð við tað arbeiðið, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í pf. Smyril Line.

Broytingar eru eisini í nevndini.

Arne Joensen, Jens Meinhard Rasmussen og Helga á Borg eru farin úr nevndini.

Í nevndina eru komnir Niels Winther Poulsen og Árni Ellefsen.

Jens Meinhard Rasmussen er eisini farin úr nevndini í Smyril-Line.

Í ta nevndina eru komin Poula Sundberg Michelsen og Árni Ellefsen.

Broytingin hevur einki við pf. Smyril Line, ið er felagið, sum rekur Norrønu og farmaskipini, og sum eisini eigur felagið, sum eigur gistingarhúsini Hotel Hafnia og Hotel Brandan. Har hevur Jens Meinhard Rasmussen stjóri seinastu árini, og tað er hann framvegis.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558