Nýggi Fagraberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin

Nýggi Fagraberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin
Skipið er keypt úr Hetlandi fyri 250 milliónir kr.
Nýggi Fagraberg, sum her er avmyndaður í Skagen, kemur á Fuglafjørð seinnapartin.
Mynd: Skip og bátar í Føroyum á Facebook  
 
31.03.2026 - 14:02

Klokkan hálvgum fimm í dag verður móttøka fyri nýggja Fagrabergi á kaiøkinum í Fuglafirði.

Skipið liggur í løtuni eystan fyri Nólsoynna og bíðar, til klokkan nærkast hálvgum fimm, tá tað skal leggja at undir skrivstovubygninginum hjá Framherja í Fuglafirði, har hátíðarhald verður.

 


Anfinnur Olsen, reiðari.

 

Fagraberg, sum er frá 2018, er keyptur úr Hetlandi fyri 250 milliónir kr. Hann er góð 4.100 bruttotons og kann bara brúka trol, ikki nót.

- Onkrar tillangar eru gjørdar, eitt nú har afturi, har lemmarnir eru, sigur Anfinnur Olsen, reiðari.

Hoyr samrøðu:

 

31032026_Anfinnur_um_Fagraberg

 

Gamli Fagraberg stendur á sølulista, og onkur fyrispurningur hevur verið, sigur Anfinnur Olsen.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334