Trump ætlar at herða reglurnar fyri at brævatkvøða á miðvalinum

Trump ætlar at herða reglurnar fyri at brævatkvøða á miðvalinum
Statirnir í USA hava ábyrgdina av valskipanum, og nógv vænta, at broytingin fer at hava løgfrøðiligar avbjóðingar við sær
Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir fyriskipan, sum herðir reglurnar um brævatkvøður.
 
01.04.2026 - 08:30

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar at herða reglurnar fyri at brævatkvøða í USA undan miðvalinum í novembur, og skrivaði tí í gjár undir eina fyriskipan, sum hevur til endamáls at gera júst tað.

Tað skriva tíðindastovurnar Reuters og Ritzau.

Sambært fyriskipanini, skulu brævbjálvar við atkvøðuseðlunum til brævatkvøður hava eina serliga strikukotu, so teir kunnu finnast, og ein listi skal gerast við teimum amerikonsku ríkisborgarunum, sum hava rætt at brævatkvøða.

 

Løgfrøðiligar avbjóðingar

Í USA eru tað tó statirnir, sum hava ábyrgd av valskipanunum, og sambært Reuters eru nógv, sum vænta. at ein slíkt broyting fer at hava við sær løgfrøðiligar avbjóðingar.

Trump hevur mælt til, at reglurnar fyri brævatkvøður skulu herðast undan miðvalinum í novembur. Orsøkin er óskjalprógvaðu uppáhald hansara um, at valsvik var orsøkin til ósigur hansara á forsetavalinum í 2020.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952