Stórdystur og lutakast í Sarpugerði í kvøld

Stórdystur og lutakast í Sarpugerði í kvøld
Fyri triðju ferð verður roynt at fáa dystin í Meistaradeildini við monnum millum Víking og HB spældan, og aftaná verður lutakast til steypakappingina
Víkingur og HB bresta saman í Meistaradeildini við monnum í Sarpugerði í kvøld
Mynd: Rói Sørensen  
 
01.04.2026 - 14:59

Í kvøld verður triðja royndin gjørd fáa dystin millum Víking og HB í Meistaradeildini við monnum spældan.

Hetta er seinasti dysturin úr 3. umfari, sum varð flutt vegna veður. Síðan varð dysturin útsettur einaferð afturat vegna veður, og tí verður hann ikki spældur fyrrenn nú. 

Veðrið í Norðragøtu er frálíkt í dag - turt og lítil vindur - so líkt er til at dysturin endiliga verður avgreiddur.

Vinnur HB leggur felagið seg fremst í bestu mansdeildini við fullum stigatali, meðan Víkingur skal royna at fáa sín fyrsta sigur í ár.

 

Lutakast til steypakappingarnar

Eftir dystin í Sarpugerði verður lutakast til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum, skrivar Fótbóltssambandið.

Í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari, og í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum veður kastað lut um, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum.

Sjey lið vera við í steypakappingini hjá kvinnum, meðan 16 lið vera við í steypakappingini hjá monnum.

Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817