Norðfinnur stendur fastur innanfyri grótkastið í Miðvági

Norðfinnur stendur fastur innanfyri grótkastið í Miðvági
Fyrrapartin sigldi vestmannatrolarin seg fastan innanfyri grótkastið í Miðvági. Eingin vandi er á ferð, sigur MRCC.
Uni Leitisstein Hansen
 
02.04.2026 - 14:42

Vestmannatrolarin Norðfinnur sigldi seg fyrrapartin fastan innanfyri grótkastið í Miðvági. 

Andreas Gaardlykke, vaktleiðari á MRCC, sigur, eingin vandi er á ferð. Tað er grunt har, og í løtuni er fjøra. Men hann stendur á sandi, so eingin vandi er á ferð.

Teir royndu sjálvir at fáa hann leysan, men tað eydnaðist ikki. Nú bíða teir eftir, at tað fløðir, og so verður Norðfinnur vónandi leystur aftur.

Reiðaríið Vesturbúgvin eigur Norðfinn.

Sí video, sum Uni Leitisstein Hansen hevur tikið

Nordfinnur_2026-04-02

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891