EM-plássið upp á spæl í grannauppgerð

EM-plássið upp á spæl í grannauppgerð
Í morgin taka føroysku hondbóltskvinnurnar ímóti Íslandi í undankappingardysti. Vinna tær, er EM-plássið mestsum tryggjað Tapa tær, verður avgerðin útsett til síðsta leikdag
07.04.2026 - 18:23

Eitt pláss í EM-endaspælinum stendur upp á spæl, tá føroysku hondbóltskvinnurnar taka ímóti Íslandi við Tjarnir í annaðkvøld.

 - Vit kenna okkum væl. Vit halda, at vit hava klárt tann besta heimavøllin í bólkinum, og eg vænti, at tað er torført at koma her at spæla, tí vit hava so stóran stuðul. Hann vóna vit at brúka til at fáa yvirtakið á Íslandi, segði liðskiparin Pernille Brandenborg áðrenn venjingina hjá Føroyum týsdagin.

Talan er um tvey lond, sum kenna hvønn annan væl eftir nógvar innanhýsis dystir síðstu árini. Føroyar vunnu á grannunum í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í oktober - einasti føroyski sigurin á Íslandi higartil - men síðan hevur Ísland vunnið tvær ferðir - í venjingardysti og í HM-endaspælinum í Týsklandi.

 - Vit skulu royna, at gera okkum dælt av, at vit kennast væl. Styrkir og veikleikar, tí vit vilja sera fegnar vera best nú, segði sterki strikuspælarin.

Vinna Føroyar, er EM-plássið mestsum tryggjað, men tapa tær, verður avgerðin útsett til síðsta leikdag sunnudagin, tá Montenegro er vertur hjá føroyingunum.

Kringvarpið sendir báðar dystirnar hjá Føroyum. Í morgin verður byrjað klokkan 18.30. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028