Jenis av Rana: Jørgen og Johan mugu reinsa seg

Jenis av Rana: Jørgen og Johan mugu reinsa seg
Formaðurin í Miðflokkinum heldur eisini, at tað er ófrættakent, at ein advokatur royndi at hótta Portalin, sum hevur skrivað um málið
 
20.12.2013 - 08:56

Bæði Jørgen Niclasen og Johan Dahl, landsstýrismenn, eru undir so grovum ákærum í løtuni, at teir hava eina skyldu at reinsa seg.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við portal.fo í kjalarvørrinum av skuldsetingunum um, at núverandi fíggjarmálaráðharrin framdi tollsvik, tá hann fyrst í 90´unum var stjóri í pf. N. Niclasen í Sørvági, og í kjalarvørrinum av, at Johan Dahl og Vinnumálaráðið góvu løgtinginum - tað er í hesum føri løgtingsins fíggjarnevnd - ófullfíggjaðar upplýsingar um, at landsstýrismaðurin hevði givið leiðsluni á Strandferðsluni múlaband um  sparingar.

Ófrættakent

Jenis av Rana heldur tað eisini vera ófrættakent, at ein advokatur, Annfinn Vitalis Hansen,  royndi at hótta Portalin í sambandi við greinina um Jørgen Niclasen og tollmálið, áðrenn greinin var kunngjørd.

- Eg kenni so lítið til málini, sum bæði eru nýggj. Men tá álvarsligar ákærur verða reistar móti fólki í so høgum embætum, hava tey skyldu at reinsa seg, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839