- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jana vitjaði studio: Hevði bíðað í ein mánað eftir slíkum avriki
Tað var lætnað fyri hjartanum hjá Janu Mittún, tá hon vitjaði studio hjá Kringvarpinum eftir frálíka sigurin hjá Føroyum á Íslandi við Tjarnir mikukvøldið.
Eftir tunga tapið fyri Portugal farna mánað, vóru Jana Mittún og føroyska álopsspælið aftur í hægsta giri, og so megnaði Ísland ikki at fylgja við.
- Eg havi ikki orð fyri, hvussu lættað eg eri aftaná hendan dystin. Eg havi verið spent í ein mánað síðan dystin ímóti Portugal, og at vit megna at vinna í dag er heilt fantastiskt, segði Jana Mittún.
Dysturin var toluliga javnur fyri steðgin, men gott føroyskt álopsspæl parað við avrikið hjá innskiftu Anniku Fríðheim Petersen í málinum gjørdi, at Føroyar høvdu tvey máls leiðslu í steðginum.
Í seinna hálvleiki vaks munurin alsamt. Málini komu nú frá øllum plássum, meðan verjan fekk betur og betur tak á íslendingum, sum gjørdu fleiri og fleiri tekniskar villur.
- Vit lata bóltin gera arbeiðið í dag. Vit gera ikki eins nógvar tekniskar villur og vit gjørdu seinast, og so er kenslan eisini bara betur, tá tú skorar upp á tínar málmøguleikar.
Við sigrinum hava Føroyar nærum spælt seg til sítt triðja endaspæl á rað.

























