- Tíðindi, mentan og ítróttur
Syngjandi lúsingur til Orbán

Victor Orbán, og Fidesz-flokkur hansara fingu ein syngjandi lúsing, tá ungverjar í gjár valdu nýtt tjóðarting.
Tá næstan allar atkvøðurnar vóru taldar upp í gjárkvøldið, var støðan tann, at Peter Magyar og Tisza-flokkurin stóðu til at vinna 138 av 199 sessum í tjóðartinginum, og tað er einki minni enn ein risasigur til nýggja forsætisráðharran.
- Saman hava vit gjørt Ungarn frælst, vit hava hava tikið land okkara aftur, segði Peter Magyar, frammanfyri tíggjutúsundavís av sínum landsmonnum, sum dansaðu í gøtunum nærhendis Donau-ánni í Budapest.
Metstór valluttøka
Sambært Reuters-tíðindastovuni var vallutøkan metstór til hetta valið, og tað er ein greið ábending um, hvussu stóran týdning júst hetta valið hevði fyri Ungarn.
Victor Orbán, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2010, hevur í nógvar mátar verið ein varði fyri tann konservativa partin av Evropa og ikki minst USA, skrivar Reuters-tíðindastovan. Hann tosaði hart um eitt illiberalt fólkaræði, har hann tók rættindi frá miðlum og fólki, og hann hevur havt undirtøku frá bæði russiska og amerikanska forsetanum.
- Men Orbán misti undirtøku heima, tí veljarunum dámdu ikki gongdina við búskaparligari stagnatión, altjóða isolatión og oligarkum, sum løgdu inn undir seg, skrivar Reuters-tíðindastovan.
Mynd: Ritzau/Scanpix
Svárt at góðataka
Tá tølini vóru so greið, at tað ikki vendist aftur, segði Victor Orbán, at valúrslitið var svárt at góðtaka, men tað var øgiliga greitt.
Eisini í evropeiska samveldinum er úrslitið ein greið ábending um, at Ungarn - um enn spakuliga - fer at nærkast Europa. Og tað kann fáa stóran týdning, eitt nú fyri Ukraina.
Ungarn var eitt av londunum, sum var ímóti risaláninum frá ES til Ukraina uppá 90 milliardir evrur, ella 673 milliardir krónur.
Sum skilst er eitt tað fyrsta, sum Peter Magyar fer í holt við, tá nýggja stjórnin áðrenn langt umlíður, tekur við, at seta eina nýggja antimuturslóg í gildi í Ungarn. Og so fer hann eisini at rudda í umsitingini við at koyra Fidesz-loyalistum úr týðandi størvum


























