Nýggju landsstýrisfólkini hava móttøkur í dag

Nýggju landsstýrisfólkini hava móttøkur í dag
Margit Stóra, landsstýriskvinna í almannamálum, byrjar móttøkurøðina hjá landsstýrisfólkunum klokkan 9
Nýggja landsstýrið, sum verður undir leiðslu av Beini Johannesen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2026 - 08:41

Í dag ber til at hitta nýggju landsstýrisfólkini.

Ikki øll í senn, men eitt í senn.

Tey hava móttøku, hvørt í sínum aðalráði.

 

50 minuttir hvør

50 minuttir eru settir av til hvørja móttøku,

Aðalstjórar bjóða vælkomin, og fráfarandi, og nývald landsstýrisfólk siga nøkur orð.

Byrjað verður longu nú klokkan níggju, tá  Margit Stórá, sum hevur almanna- og bústaðarmál, hevur móttøku undir Bryggjubakka 27.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

10:00 - 10:50 Aksel V. Johannesen, fíggjarmál, hittir fólk í Fíggjarmálaráðnum á Tinganesi.
11:00 - 11:50 Bárður á Lakjuni, mentamál, hevur móttøku í Smæruni í Havn.
12:00 - 12:50 Jacob Vestergaard, vinnumál, verður at hitta í Kristnastova í Gongini. 
13:00 - 13:50 Bárður á Steig Nielsen, uttanríkis- og fiskimál, hittir fólk í Loftsrúminum á Tinganesi. 
14:00 - 14:50 Eydis Hartmann Niclasen, heilsu- og orkumál, tekur ímoti í Kopargøtu 1.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763