- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radio Salt-"reportarin": Hvat leggja suðuroyingar í hugtakið mentan?
Radio Salt-"reportarin": Hvat leggja suðuroyingar í hugtakið mentan?
"Reportarin" hjá Radio Salti vitjar í Hvalba, Hovi, Øravík og Sumba, har hvalbingur, hovbingur, tvøramaður, vágbingur, og sumbingur geva síni boð uppá hugtakið mentan

Skemtið fór ikki framvið suðuroyingunum, ið vóru í Salt til fyrstu útgávuna av Radio Salt
Mynd: Jákup Magnussen
17.04.2026 - 13:30
Hvat leggja suðuroyingar í hugtakið mentan?
Tað hevði "reportarin" hjá Radio Salti sett sær fyri at kanna.
"Reportarin" vitjar í Hvalba, Hovi, Øravík og Sumba, har hovbingur, tvøramaður, vágbingur, sumbingur, og hvalbingur í handilsørindum geva síni boð uppá mentan.
Vit ætla ikki at avdúka alt, men hvalbingurin hevur eina ær við sær til handils.
Gundur Johansen legði til rættis fyri Radio SALT á Drelnesei 15. apríl 2026
Trýst á pílin niðanfyri og ljóðið byrjar.
1807249
Um tú ikki hoyrdi fyrstu útgávuna av Radio Salt, ið hevur tikið tættin upp eftir Café Salt, so liggur hon á KVF Ljóð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















