Runavíkar havn 24 milliónir í bruttoinntøku í fjør

Runavíkar havn 24 milliónir í bruttoinntøku í fjør
Í fjør vitjaðu 21 ferðamannaskip havnir í Runavíkar kommunu, men í ár verður tað talið í øllum førum 33, skrivar kommunan
Í fjør vitjaðu 21 ferðamannaskip havnir í Runavíkar kommunu, men í ár verður tað talið í øllum førum 33, skrivar kommunan.
Mynd: Herleivur O. Davidsen  
 
20.04.2026 - 10:53

Runavíkar havn hevði 23,8 milliónir krónur í bruttoinntøku í 2025, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.

Úreiðslurnar í fjør vóru 15,1 millión krónur, sum samanlagt gevur eitt avlop uppá 8,7 milliónir krónur. 

Bæði inntøkur og útreiðslur eru vaksnar í mun til 2024, men úrslitið er 200.000 krónur verri í 2025. Í heila tikið er úrslitið hjá Runavíkar havn bara versnað síðan 2021, tá tað var 10,1 millión krónur.

Sambært kommununi, er orsøkin til lakara úrslitið avleiðingar av koronufarsóttini, lutvísi havnarstongsilin fyri skip úr Russlandi, og íløgur, sum eru framdar yvir raksturin. 

 

Størri inntøkur frá øðrum virksemi

Hinvegin hevur annað virksemi økt um inntøkurnar, og tí er ikki óhugsandi, at ferðslan og virksemið hjá Runavíkar havn fer at økjast, eitt nú, tá nýggja turrdokkin á Skála verður liðug, og tá nýggi orkudepilin hjá Effo í Søldarfirði verður liðugur.

Samanteljing vísir, at síðani Runavíkar og Skála kommunur løgdu saman fyri 21 árum síðan, hevur Runavíkar havn havt 313 mió. krónur í samlaðari inntøku og 126 milliónir krónur í avlopi, skrivar Runavíkar kommuna.

Eitt virkisøki, sum er nógv vaksið hjá Runavíkar Havn, er ferðamannaskipini, sum fara at økjast munandi í ár.

Í fjør vitjaðu 21 ferðamannaskip havnir í Runavíkar kommunu, men í ár verður tað talið í øllum førum 33, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926