Skulu ikki longur gera tvær konjukturfrágreiðingar um árið

Skulu ikki longur gera tvær konjukturfrágreiðingar um árið
Frágreiðingin frá Búskaparráðnum um heystið skal vera temafrágreiðing, har hugt verður nærri at búskaparliga bygnaðinum
Búskaparráðið skal nú gera eina konjunkturfrágreiðing um várið og eina temafrágreiðing um heystið.
 
24.04.2026 - 13:45

Búskaparráðið skal ikki longur gera tvær konjunkturfrágreiðingar um árið.

Í staðin skal ráðið gera ein konjukturfrágreiðing um várið og eina árliga temafrágreiðing um heystið.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at broytingin hevur við sær, at konjunkturfrágreiðingin verður gjørd beint fyri, at játtanarkarmarnir skulu leggjast fram 1. apríl.

At leggja konjunkturfrágreiðing fram 1. mars hóskar betur, tí tá fær Búskaparráðið gjørt greiningar við støði í nýggjum hagtølum frá Hagstovuni.

 

Temafrágreiðing um heystið

Seinna konjukturfrágreiðingin 1. september verður strikað. Í staðin skal Búskaparráðið gera ein temafrágreiðing um árið.

Temafrágreiðingar hyggja nærri at búskaparliga bygnaðinum, og ráðgeving um bygnaðarligar broytingar er eisini ein neyðug og týðandi uppgáva, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. 

Uppskotið er gjørt í samráði við Búskaparráðið og Landsbankan, og hevur ikki verið til hoyringar.

Les uppskotið her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025