KÍ tók alt í Gundadali har HB nærkast kreppu

KÍ tók alt í Gundadali har HB nærkast kreppu
KÍ vann á HB í Gundadali uttan stórvegis hóvasták, og nærkaðist aftur NSÍ, sum misti stig á Skála. HB, hinvegin, hevur nú tapt tveir dystir á rað og mist sambandið við toppin
Mynd: Savnsmynd: Leit  
 
26.04.2026 - 19:05

Filip Brattbakk og Oussama Ali skutu málini fyri KÍ, sum vann 2-0 á HB uttan stórvegis hóvasták í stórdystinum í Gundadali sunnudagin.

Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, og HB megnaði als ikki at svara aftur ímóti føroyameistarunum, sum eru á sigurskós eftir javnleikin ímóti AB seinast.

KÍ nærkaðist eisini toppinum, tí á Skála misti NSÍ sigurin í yvirtíðini í undirhaldandi 3-3 javnleiki. Tískil er KÍ nú tvey stig aftanfyri runavíkingarnir, sum framvegis eru fremstir í Meistaradeildini.

 

AB tapti fyrsta heimadystin

B36 er eisini tvey stig aftanfyri NSÍ. Havnarliðið vann sannførandi 4-1 inni í Vika á Argjum, har AB tapti fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár.

Argjamenn eru á 4. plássi við 10 stigum undir liðini á HB, sum nú er í vanda fyri at missa sambandið við toppin. 

Niðanfyri tey eru Víkingur og B68. Toftamenn vóru nær við at fara við øllum í Gøtu, har teir løgdu seg framum 2-1 við tveimum málum miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað eydnaðist kortini Víkingi at javna við brotssparki frá Jørgeni Nielsen í 86. minutti.

07 Vestur býtti um við EB/Streym á stigatalvuni og kom upp um niðurflytingarstrikuna við týðandi 2-0 sigri við Margáir, har Ola Arntsen og Jasper Van Der Heyden skutu málini eftir steðgin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954