Samandráttur: SÍ vann á ÍF í spennandi fimmsettara

Samandráttur: SÍ vann á ÍF í spennandi fimmsettara
Sørvingar máttu arbeiða hart fyri greipuni, tá fuglfirðingar noyddu teir út í fimm sett í steypafinaluni við Tjarnir
Flogbóltssamband Føroya
27.04.2026 - 18:08

Menninir hjá SÍ tryggjaðu sær greipuna við sigri í spennandi steypafinaluni við Tjarnir, men fuglfirðingar noyddu sørvingar at arbeiða hart fyri gullinum.

ÍF, sum sendi Mjølnir úr kappingini fyri góðari viku síðan, spældi væl, og tí skuldu fimm sett til, áðrenn avgerðin fall.

SÍ vann fyrsta sett 25-17, áðrenn ÍF svaraði aftur við at vinna 25-17 og 25-21 og øðrum og triðja setti. Spenningurin millum tey reyðu varð eisini sera stórur, tá støðan varð 17-13 í fjórða setti.

Tá kom vendin. SÍ vinnur 25-22 og javnar til 2-2. Í javnbrótaranum komu vágamenninir á odda 11-5, áðrenn ÍF minkaði um munin niður í eitt stig. Sørvingar fóta sær kortini aftur og avgera til 15-12.

 

Við Tjarnir (steypafinalan hjá monnum)

ÍF - SÍ, 2-3 (23-25, 25-17, 25-21, 22-25, 12-15)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542