Býráðslimur: Sjálvmál at Havnin ikki søkti um stuðul til fótbóltshøll

Býráðslimur: Sjálvmál at Havnin ikki søkti um stuðul til fótbóltshøll
Høvuðsstaðarkommunan átti at bygt eina altjóða fótbóltshøll, sigur Tróndur Sigurðsson
Tróndur Sigurðsson, býráðslmur.
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
29.04.2026 - 13:37

- Tað er eitt sjálvmál, at meirilutin í Tórshavnar býráði ikki søkti Fótbóltssambandið um stuðul at byggja eina fótbóltshøll.

Tað sigur Tróndur Sigurðsson, sum situr í minnilutanum í býráðnum. 

Fyrr í ár bjóðaði Fótbóltssambandið øllum kommunum at søkja um stuðul til bygging av fótbóltshallum.

 


Eysturkommuna hevur fingið stuðul frá Fótbóltssambandinum at byggja fótbóltshøll í Norðragøtu. (Mynd: Eysturkommuna og Eysturoyarportalurin)

 

Tríggjar umsóknir

Tríggjar ítøkiligar umsóknir komu, og eftir ætlan skulu fótbóltshallir nú byggjast í Norðragøtu, á Giljanesi og í Trongisvági.

- Høvuðsstaðarkommunan átti at bygt eina altjóða fótbóltshøll, sigur Tróndur Sigurðsson.

Í 2023 boðaði táverandi býráðsmeiriluti í Havn, sum Tróndur Sigurðsson eisini var partur av, frá, at ætlanir vóru um at byggja eina fótbóltshøll í sama umhvørvi sum stórhøllin við Tjarnir er.

- Og tað átti kommunan at arbeitt víðari við, sigur Tróndur Sigurðsson. 

 

29042026_Fotboltsholl

 

Vit ætlaðu at fáa viðmerking frá Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráði, men tað lá ikki fyri hjá henni til tíðindasendingina á middegi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672