Elektron góðar 13 milliónir í avlopi í fjør

Elektron góðar 13 milliónir í avlopi í fjør
Felagið letur partaeigarunum 5,3 milliónir krónur í vinningsbýti
Eginognin í Elektron er næstan 70 milliónir krónur. 
 
04.05.2026 - 10:24

Elektron hevði 13,2 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. 

Fíggjarstøðan javnvigar við 105,3 milliónum krónum.

Eginognin er 69,7 milliónir krónur. 

Felagið letur partaeigarunum 5,3 milliónir krónur í vinningsbýti.

 


Nevndin í Elektron avmyndað saman við stjóranum, Ullu Joensen, eftir aðalfundin.

 

Nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin 22. apríl.

Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, Brian Smedemark er næstformaður. 

Hinir nevndarlimirnir eru Jan Ziskasen, Marner Mortensen og George Poulsen og Tim Wentzlau, sum eru starvsfólkaumboð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037