Ferðafólkaskip geva nógv til kommunukassan og ferðavinnuna í Vestmanna

Ferðafólkaskip geva nógv til kommunukassan og ferðavinnuna í Vestmanna
- Kommunukassin og ferðavinnan í Vestmanna fáa rættiliga nógv burturúr, tá ferðafólkaskip koma, sigur borgarstjórin
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
10.05.2026 - 14:20

- Kommunukassin og ferðavinnan í Vestmanna fáa rættiliga nógv burturúr, tá ferðafólkaskip koma.

Tað sigur borgarstjórin, Sára Jógvansdóttir, nú fyrsta ferðafólkaskipið hetta summarið kom tíðliga í morgun.

Talan er um marglætisskipið Silver Endeavour. 200 ferðafólk eru við og manningartalið er 209.

Vestmanna Havn tekur móti skipum, sum vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk.

Í ár hava 12 ferðafólkaskip boðað frá, at tey koma til Vestmanna í summar og so nógv hava tey ongantíð verið fyrr.

Í fjør vóru tey átta og tvey í 2024.

Silver Endeavour fer av Vestmanna aftur seinnapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1811896

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040