- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj útgáva skal skilgreina Beinir av nýggjum tónleikaliga

"The end or beginning of us" kallast nýggja EP'in hjá Beinir, sum verður útgivin fríggjadagin 5. juni.
Men longu í morgin, fríggjadagin 15. mai, ber til at hoyra "The end or beginning of us" frumspælda í útvarpinum.
Tað hendir í sambandi við, at Beinir er gestur í sendingini LEITISSTEIN klokkan 13.
Tit lurtarar kunnu gleða tykkum til eina hugtakandi samrøðu, har Beinir í tveir tímar greiðir frá og hugleiðir um tónleikin, tilveruna og allar tankarnar aftanfyri tað heila.
Hvat er hetta fyri ein útgáva?
»'The end or beginning of us' snýr seg um tey ofta stillisligu skiftini í øllum sambondum. Løturnar, tá okkurt byrjar, brotar, broytist ella krevur, at tú er erligur og hyggur teg sjálvan djúpt í eyguni. EP'in er í ringrás um evnir sum kærleika, iva, ábyrgd, lyfti og at tora at sleppa. Nógvir av sangunum liva í rúminum millum byrjan og enda: Skal eg blíva? Skal eg fara? Er okkurt við at brotna? Ella er hetta í menning? Tað haldi eg er áhugavert, tí tað er ofta í teimum løtunum, at tingini blíva ektað. Tað ber ikki ordiliga til at goyma seg, tá okkurt antin nørist ella følnar, og tað ber heldur ikki til at goyma tað, ið ein følir í støðuni. -So 'The end or beginning of us' snýr seg nógv um viðurkenning.«
Hvat gav tær íblástur í sangskrivingini?
»Tað, ið gevur mær mest íblástur, er takin um kærleika sum meira enn bara ein kensla. Serliga sangurin 'Won't let go' var lykilin, ið lat alla verkætlanin upp fyri mær. Hugskotið um, at kærleikin eisini er eitt virkið val. At tú velur at blíva og arbeiða við teimum truplu tingunum og trúgva upp á nakað, hóast tað er lættari bara at fara víðari til okkurt onnað. Eg havi hugsað nógv um, at vit liva í einari tíð, har mann er øgiliga skjótur at fara víðar til tað næsta nýggja og spennandi tingið. Júst tí, haldi eg, at tað er okkurt vakurt í tí øvuta - at vera støðufastur sjálvt tá tað blívur trupult.«
Mynd: Magnus Tróndheim
»Samstundis snýr 'The end or beginning of us' seg eisini um meg sjálvan. Um iva, vantandi sjálvsinnlit og spurningar um, hvørt eg eri klárur at geva lyftir, bæði um kærleika til eitt annað menniskja, men eisini til lívið, ið eg havi valt, sum tónlistafólk og sangskrivari. Onkuntíð kennist tað eins og øll runda um meg liva eitt støðugari lív, meðan eg havi valt eina leið, ið er meira ótrygg og kensluliga krevjandi. Tann kenslan hevur eisini sníkt seg inn í sangirnar.«
LES EISNI: Beinir feirar at hann skal giftast við nýggja sanginum "Roses"
Hvussu gekk innspælingin fyri seg?
»Flestu sangirnir á EP'ini eru innspældir og framleiddir av mær. Tað gjørdi tilgongdina meira persónliga og nærverandi. Eg sat leingi einsamallur við sangunum og bygdi teir upp innanífrá, heldur enn at teir blivu formaðir uttanífrá í einum upptøkuhøli. Tað hevur gjørt, at sangirnir hava fingið lov at vera øgiliga nærverandi. Eg havi roynt at varðveitt kensluna av, at tú er tætt upp á røddina, tekstin og tað staðið, ið sangirnir koma frá. Sangirnir skuldu ikki kennast lítaleystir ella yvirpoleraðir, men meira sum ein erlig skjalfesting av, hvar eg var kensluliga, tá eg skrivaði teir.«
Tú hevur skift plátufelag. Hví?
»Hóast eg var glaður fyri at vera á The Bank, hevur málið altíð verið at koma út á altjóða tónleikapallin. Eftir trý ár, so hevur The Bank broytt framferðarhátt og hugsavnar seg nú fyrst og fremst um danska marknaðin. Tigerspring, sum nýggja plátufelagið eitur, hevur hinvegin somu mál sum eg, og tí var tað upplagt at gera ein sáttmála við tey.«
Hvørji eru málini við EP'ini og yrkisleiðini?
»Málið er fyrst og fremst at geva góðan tónleik út, men eisini at skilgreina av nýggjum, hvør eg eri tónleikaliga. Eg eri fyrst og fremst ein sangari og sangskrivari. Samstundis er málið eisini at røkka longur út og menna mína yrkisleið.«
Hvussu verður hendan útgávan feirað?
»Eg ætli mær út at spæla konsertir bæði í Danmark og í Føroyum. Hetta verður í tí einfaldasta og reinasta forminum við gittara og sangi ella á klaveri og sangi, júst sum eg havi skrivaði sangirnar. 6., 7. og 8. november spæli eg eina konsertrøð á Reinsarínum í Havn, og áhoyrararnir kunnu gleða seg til inniligar og persónligar konsertir við bæði nýggjum og eldri tónleiki. Tað gleði eg meg alvorliga nógv til.«
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Gestur: Beinir





























