Beinir feirar at hann skal giftast við nýggja sanginum "Roses"

Beinir feirar at hann skal giftast við nýggja sanginum "Roses"
Sangurin "Roses" er ein erlig hugleiðing um kærleika, iva og dirvið, sum krevst, fyri at velja ein persón at fylgjast við restina av lívinum, sigur Beinir, ið skal giftast
Mynd: Pressumynd  
 
24.04.2026 - 16:34

Í dag gevur Beinir sangin "Roses" út, sum fyrsta staklagið av hansara komandi EP, sum fer at hava heitið "The end or beginning of us".

"Í fjør spurdi eg damuna, um hon vildi giftast við mær, og hon segði ja," greiðir Beinir frá í sambandi við útgávuna. 

"Eg føli meg ótrúliga hepnan, og hon er tað besta, sum mær er hent. Síðani eg møtt henni tíðliga í 2023, havi eg alla tíðina vitað, at tað skuldi vera vit bæði."

 

Tankarnir fylla nógv

Beinir vísir á, at sangurin "Roses" er ein erlig hugleiðing um kærleika, iva og dirvið, sum krevst, fyri at velja ein persón at fylgjast við restina av lívinum. 

Men ofta er langt frá tanka til gerð, tá tað kemur til at taka eitt so stórt stig sum hetta, og tankarnir fylla nógv - bæði teir góðu, men eisini ivin, um ein sjálvur megnar at liva upp til tað.

"Tað er nakað av tí, sum eg royni at siga í tekstinum til hendan sangin. Eg haldi, at tað er eitt týdningarmikið evni, tí stórar og spennandi løtur í lívinum eru ikki altíð bara ljósareyðar. Fólk ivast og kunnu gerast bangin mitt í øllum tí vakra," hugleiðir Beinir.

Beinir feiraði útgávuna av "Roses" við einum stuttligum videobroti, har hann deilir rósir út til fólk í Keypmannahavn, meðan hann spælir teimum nýggja sangin. 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Beinir (@beinirmusic)

 

Beinir hevur sjálvur framleitt sangin, ið hann hevur skrivað sangin saman við Morten Winter Nielsen, Jónas Gaard og Sharon Vaughn.

"Roses" er givin út undir altjóða samstarvi millum feløgini Tigerspring, Music is fun og Virgin Music Group.

 

Virkin tíð fyri framman

Komandi mánaðirnar fer Beinir at geva nógvan nýggjan tónleik út í sambandi við útgávuna av EPini "The end og beginning of us".

EPin verður fagnað í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum 15. mai, tá Beinir er gestur í sendingini og allir sangirnir á EPini verða spældir - fleiri frumspældir.   

Beinir fer eisini at geva tónleik út sum partur av føroyska super-dreingjabólkinum Tøgn, sum vann Áhoyravirðislønina á FMA 2025 og Ársins útvarpshitt fyri sangin "Kamarið".

6., 7. og 8. november fer Beinir at spæla konsertir í Reinsarínum í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098