Bjørn Kalsø: Undirsjóvartunnil er besta loysnin í longdini

Bjørn Kalsø: Undirsjóvartunnil er besta loysnin í longdini
Bjørn Kalsø, ein av stigtakarunum til fundin í gjárkvøldið, hevur góðar vónir um, at tunnilsloysnin verður tikin framum nýggja ferju á kalsoyarleiðini
Bjørn Kalsø hevur góðar vónir um, at undirsjóvartunnil verður gjørdur í Kalsoynna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.05.2026 - 08:23

Fundurin vísti, at tað ber væl til at bora undirsjóvartunnil til Kalsoynna, og fíggjarliga loysir tað seg eisini í longdini.

Tað sigur Bjørn Kalsø, ein av stigtakarunum til tunnilsfundin á Skálatrøð í Klaksvík í gjárkvøldið:

 

21052026_Bjorn_1

 

Á fundinum høvdu Mourits Joensen og Kristian Stórhamar framløgu um linjuføring, kostnað og føroyska arbeiðsmegi. Teir vóru báðir virknir í tunnilsbólkinum, sum arbeiddi við alternativari linjuføring til Suðuroyartunnilin. 

Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, hevði framløgu um ferðasambandið til Kalsoynna. Og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, greiddi frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við farleiðini í Kalsoynna.

Harumframt vóru framløgur frá borgarstjóranum í Klaksvík og fólki, sum býr í Kalsoynni og ferðast dagliga til meginøkið. 

Bjørn Kalsø, ein av stigtakarunum, fegnast um stóra áhugan fyri fundinum. Og tað, sum kom fram, gevur honum góðar vónir um at tunnilsloysnin, tá avtornar verður, verður tikin framum nýggja ferju:

 

21052026_Bjorn_2


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666