Trump er misnøgdur við vantandi NATO-samstarv

Trump er misnøgdur við vantandi NATO-samstarv
Marco Rubio, uttanríkisráðharri, fer at tosa við limalondini á Nato-fundi í Helsingborg í dag
Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.05.2026 - 09:17

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er sera misnøgdur við vantandi samstarvið frá nøkrum NATO-limalondum í sambandi við kríggið í Iran.

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sambært norska kringvarpinum, sum endurgevur NTB.

Marcio Rubio verður í dag við á einum fundi millum uttanríkisráðharrarnar í NATO-limalondunum, sum verður í svenska býnum Helsingborg.

Málið hjá Marco Rubio er sambært amerikanska uttanríkisráðnum at tosa við hini limalondini um tørvin á at býta byrðarnar í samgonguni øðrvísi.

Tað er fyrstu ferð, síðani Donald Trump setti spurnartekn við NATO-samgonguna orsakað av ósemjuni um kríggið í Iran, at Marco Rubio hittir sínar NATO-sameindu, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908