Er framvegis í varðhaldi

Er framvegis í varðhaldi
Klokkan fýra minuttir í fýra seinnapartin í morgin fer freistin hjá ákæruvaldinum at avgreiða málið um ferðaleiðaran
Tiknu ferðaleiðararnir vóru í Kalsoynni við ferðalagi.
 
25.05.2026 - 10:24


Klokkan fýra minuttir í fýra seinnapartin í morgin fer freistin hjá ákærduvaldinum at avgreiða málið um ferðaleiðaran, sum er skuldsettur fyri at arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi, fyri brot á útlendingalógina.

Tí tá eru trý samdøgur farin, síðan hann var handtikin.

Tveir ferðaleiðarar vóru tiknir, tá teir komu úr Kalsoynni leygardagin við einum amerikonskum ferðalagi.

Annar, ein fronsk kvinna, var latin leys í gjár.

Ákæruvaldið heldur ikki, at skuldsetingarnar móti henni halda.

Hin ferðaleiðarin, ein skotskur maður, er enn í varðhaldi.

Verjin hjá manninum og ákæruvaldið royna nú at loysa málið.

Ákæruvaldið hevur uppskot um sekt.

Politiið vil ikki siga, hvussu stórt tað er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558