Brekumboðið: Øll skulu sleppa við til summartiltøk

Brekumboðið: Øll skulu sleppa við til summartiltøk
Sambært brekrættindasáttmálanum hjá ST eiga fólk, sum bera brek, sama rætt sum onnur at vera við í mentanarlívi, frítíðarlívi, ítrótti og øðrum almennum tiltøkum
Frá G-festivalinum í fjør. Brekumboðið minnir á, at Grundhugsjónin eigur altíð at vera, at øll kunnu vera við.
Mynd: Alessio Mesiano  
 
28.05.2026 - 08:46

Brekumboðið biður tey, sum skipa fyri tiltøkum í summar, hava atkomuna í lagi, so tey, sum bera brek, eisini kunnu vera við.

Talan er um atkomuviðurskifti, vesi, parkeringsviðurskifti, góðar ferðaleiðir fyri fólk við rørslutarni ella sjónbreki, tulking til fólk við hoyribreki, hvíliøki og onnur neyðug átøk.

Eisini er umráðandi, at kunning um tiltøk og atkomuviðurskifti er greið og løtt at finna frammanundan, so fólk hava møguleika at fyrireika seg.

Grundhugsjónin eigur altíð at vera, at øll kunnu vera við, sigur Brekumboðið.

Sambært brekrættindasáttmálanum hjá ST eiga fólk, sum bera brek, sama rætt sum onnur at vera við í mentanarlívi, frítíðarlívi, ítrótti og øðrum almennum tiltøkum.

Tey, sum ivast, kunnu spyrja Brekumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290