Gongubreytirnar skulu vera lidnar í oktober

Gongubreytirnar skulu vera lidnar í oktober
Landsverk bjóðar nú út arbeiðið at endurnýggja gongubreytina fram við landsvegnum við Gøtugjógv
Nú skulu gongubreytirnar við Gøtugjógv gerast.
 
29.05.2026 - 06:41

Landsverk bjóðar nú út arbeiðið at endurnýggja gongubreytina fram við landsvegnum við Gøtugjógv.

Eisini skulu partar av gongubreytini takast burtur, strikur skulu gerast av nýggjum, og yvirkoyringarøki skal gerast við omankoyringina frá skúlanum.

Gongubreytin um brúnna skal smalkast úr tveimum metrum niður í hálvan annan metrar.

Busslummi og oyggjar skulu gerast av nýggjum.

Ein oyggj skal takast burtur.

Freistin at bjóða er mánadagin 15. juni.

Arbeiðið skal vera liðugt síðst í oktober, sigur Landsverk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026