Týðaravirðisløn uppkallað eftir Turið Sigurðardóttir

Týðaravirðisløn uppkallað eftir Turið Sigurðardóttir
Turið Sigurðardóttir Translation Prize skal heiðra bestu umsetingarnar úr føroyskum ella íslendskum í enskt
Turið Sigurðardóttir.
Mynd: Setur.fo  
 
29.05.2026 - 08:20

Turið Sigurðardóttir hevur fingið eina týðarvirðisløn uppkallaða eftir sær í New York.

The American-Scandinavian Foundation kunngjørdi í gjár, at tey hava stovnað nýggja virðisløn, sum hevur fingið navnið eftir føroyska bókmentafrøðingin: Turið Sigurðardóttir Translation Prize, sum skal heiðra bestu umsetingarnar úr føroyskum ella íslendskum í enskt.

Heiðurin verður latin longu í ár, og við fylgja 2.000 dollarar, eitt bronsuhálsprýði og útgávu í Scandinavian Review.

 

Heiðrar Turið fyri ídni

Fyriskipararnir siga, at virðislønin heiðrar Turið Sigurðardóttir, m.a. fyri hennara ídni á Fróðskaparsetri Føroya, har hon hevur granskað í bókmentum, undirvíst, skrivað og umsett, og nevnt verður eisini, at hon hevur verið ein eldhugaður vegleiðari fyri mong.

The American-Scandinavian Foundation hevur eisini aðrar virðislønir um hendi, m.a. Nadiu Christensen-virðislønina, og vinnararnir verða kunngjørdir í tíðarritinum Scandinavian Review.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576