Danskur sáðbanki í miðdeplinum

Danskur sáðbanki í miðdeplinum
Danski sáðbankin, European Sperm Bank, er endaður í miðdeplinum í máli um sáðgeva við einum álvarsligum ílegubreki, sum eigur í minsta lagi 197 børn
Sáðgevi hjá European Sperm Bank við einum álvarsligum ílegubreki eigur í minsta lagi 197 børn. Ílegubrekið kann elva til krabbamein hjá børnunum.
Mynd: Christian Lindgren, Ritzau Scanpix  
 
31.05.2026 - 14:21

Danski sáðbankin, European Sperm Bank, er í miðdeplinum í máli um donor-gitin børn, sum hava fingið krabbamein.

Málið hevur víst seg at vera nógv meira umfatandi enn hildið var av fyrstan tíð.

Danska kringvarpið avdúkaði í fjør, at ein sáðgevi við einum álvarsligum ílegubreki eigur í minsta lagi 197 børn. Ílegubrekið kann elva til krabbamein hjá børnunum.

Men talið vísir seg at vera uppaftur størri. DR veit nú um 211 børn, sum sáðgevin eigur og sáðið er selt til gitnaðarstovur í 14 londum. Eitt nú til Ísland, Spania og Belgia.

Sáðgevin og danski sáðbankin vóru óvitandi um ílegubrekið og tað gingu næstan 20 ár áðrenn tað var uppdagað og afturkallað.

Í hesum tíðarskeiði eru børn deyð og onnur hava fingið krabbamein.

Eitt altjóða toymi við krabbameinslæknum og arvafrøðingum royna at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógv børn talan er um, men tað gongur illa og tí er óttin fyri at ikki øll donor-børnini hava fingið bjóðað at taka eina lívsneyðuga ílegukanning.

Danski sáðbankin vil ikki upplýsa talið á børnum, sum sáðgevin eigur, tí talan er um viðkvæmar persónupplýsingar.

Danski yvirlæknin, Karin Wadt, er partur av toyminum, og hon heldur tað vera ørkymlandi, at tey ikki fáa upplýst, hvussu nógv børn talan er um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028