Partarnir hava lagt sjónarmiðini fram

Partarnir hava lagt sjónarmiðini fram
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hittast aftur til fundar hjá Semingsstovninum klokkan 13
Per Martin Gregersen, formaður í KAF, á veg til seming fyrrapartin.
 
11.06.2026 - 11:43

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Heilsuhjálparafelagið, sum hittust á fundi hjá Semingsmanninum klokkan tíggju fyrrapartin, hava lagt sjónarmið síni fram fyri hvørjum øðrum, og fóru klokkan hálvgum tólv í lítlan steðg.

- Arbeitt hevur verið konstruktivt við tí tilfari, sum partarnir høvdu at leggja fram í morgun, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, í stuttari viðmerking fyri løtu síðani.

Terje Sigurðsson sigur, at partarnir hava brúkt tíðina síðani fyrradagin til at fyrireika seg til fundin í dag.

Fundurin verður tikin uppaftur klokkan eitt, og Terje Sigurðsson roknar við, at tey verða sitandi til út á kvøldið.

Semingsmaðurin sigur seg hava góðar vónir um at fáa semju partanna millum.

 


Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, á veg til seming. 

 

Greinað tøl

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, segði í stuttari viðmerking í morgun, áðrenn hon fór á fund, at hon síðani fyrradagin hevði greinað nøkur tøl, og tí hevði okkurt nýtt við á fund í dag.

Meira fekst hon ikki at siga, men vísti til semingsmannin.

Mikudagin í næstsíðstu viku vrakaðu bæði Heilsuhjálparafelagið og KAF eitt semingsuppskot um ein eitt árs sáttmála - heilsuhjálpararnir millum annað tí tað gav ov lítið, og kommunalu arbeiðsgevararnir millum annað, tí tað var ov dýrt.

 


Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur seg hava góðar vónir. 

 

Gamli sátmálin gekk út 1. oktober í fjør, og partarnir hava samráðst í fleiri umførum. M.a. varð ein semingsroynd gjørd fyri tveimum vikum síðan, sum endaði við, at báðir partar vrakaðu semingsuppskotið.

Tá segði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, at semingsuppskotið gav teimum ov lítið. Per Martin Gregersen, formaður í KAF segði hinvegin, at semingsuppskotið var ov dýrt fyri tey. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938