Bretski verjumálaráðharrin hevur lagt frá sær

Bretski verjumálaráðharrin hevur lagt frá sær
John Healy er misnøgdur við Keir Starmer, forsætisráðharra, um játtanina til verjuna
John Healy hevur lagt frá sær sum verjumálaráðharri í Bretlandi.
Mynd: Brook Mitchell/AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.06.2026 - 14:30

Bretski verjumálaráðharrin, John Healy, hevur lagt frá sær.

Tað sigur hann í einum opnum brævi til Keir Starmer, forsætisráðharra.

John Healy leggur frá sær, tí hann og Starmer eru ósamdir um, hvussu stórar íløgur Bretland skal gera í verjuna.

- Tú hevur ikki verið førur fyri, og fíggjarmálaráðið hevur heldur ikki verið sinnað at játta tað, sum tjóðin hevur brúk fyri, til tess at verja landið, skrivar John Healy m.a. i brævinum, sum eisini er almannakunngjørt á miðlinum X. 

- Tí havi eg ikki annað val enn at leggja frá sær, skrivar hann.

Keir Starmer hevur síðani i vár verið í politiskum ódnarveðri, og fleiri hava mælt forsætisráðharranum til at leggja frá sær. 

John Healy er ikki fyrsti ráðharrin í stjórnini hjá Starmer, sum hevur lagt frá sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598