Hákun og hinir steðgaðir av donskum múri

Hákun og hinir steðgaðir av donskum múri
Við 14 bjargingum steðgaði Barcelona-málverjin Emil Nielsen Hákuni West av Teigum og hinum í Füchse Berlin, og so kundi Barcelona fara avstað við Champions League-sigrinum
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin máttu lúta fyri Barcelona í Lanxess-høllini í Køln
Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.06.2026 - 19:01

Hákun West av Teigum, Mathias Gidsel og hinir í Füchse Berlin vórðu steðgaðir av stórspælandi málverjanum Emili Nielsen, og so vann Barcelona Champions League fyri 12. ferð.

Danski landsliðsmálverjin stóð ein branddyst við 14 bjargingum, men hann fekk góða hjálp frá katalansku verjuni, sum serliga fyri steðgin hevði gott tamarhald á Mathiasi Gidsel, Lasse Andersson og Nils Lichtlein í berlinsku bakketuni.

Føroyingurin á høgra veingi hevði eisini ilt við at fáa bóltin afturum múrin í málinum hjá Barcelona. Hann misnýtti tvær ferðir upp á lítla løtu tíðliga í seinna hálvleiki, men eftir steðg á beinkinum skoraði hann tvey mál á rað.

Füchse Berlin kom afturum mestsum beinanvegin, og tað eydnaðist ongantíð at spæla seg nærri enn tvey mál. Tá var tað ov lítið og ov seint, og Barcelona vann 37-34.

 

Emil vann á Gidsel

Emil Nielsen er kanska næststørsta stjørnan á danska landsliðnum aftanfyri Mathias Gidsel, og málverjin bjargaði beinanvegin frá bakkinum eftir gjøgnumbrot.

Tann gongdin helt fram. Emil Nielsen bjargaði frá øllum vinklum, og tá Tim Freihöfer eisini misnýtti tvey av fýra brotskøstum, vaks munurin.

Hákun West av Teigum fekk mestsum ongan møguleika at fara av veinginum fyri steðgin, tí spælið hevði lyndi til at verða trýst úr vinstru til høgru. 

Yvirhøvur hevði Barcelona sera gott tak á í verjuni, og í álopinum spældu katalanarnir seg til skot mestsum hvørja ferð, og so var trupult hjá Dejan Milosavljev í Berlin-málinum.

 


Emil Nielsen, sum er á veg til Veszprém, takkaði fyri seg í Barcelona við stórspæli. Her í nærdysti við Tim Freihöfer (Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hákun við undirlutan ímóti Emili

Mathias Gidsel sendi eina kanón upp í hornið, og so var Füchse Berlin aftanfyri 20-16 í steðginum.

Tann munurin minkaði nakað fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men skjótt var Emil Nielsen aftur í ómøguliga lagnum. 

Hákun West av Teigum, sum hevði staðið nógv og bíðað eftir bóltinum í fyrra hálvleiki, fekk brádliga tveir kjansir upp á eina lítla løtu, men Emil Nielsen bjargaði fyrst til høgru og so til vinstru.

Tim Freihöfer fekk eisini kjansin av høgra veingi, men úrslitið var hitt sama. Løtu seinni kom Leo Prantner inn á høgra vong í staðin fyri føroyingin, sum ikki kom inn aftur fyrrenn síðstu 10 minuttirnar.

 

Plástur á sárið

Um tað mundið var Barcelona-leiðslan tódnað niður í tvey mál, og Mathias Gidsel komin upp á átta mál. 

Ludovic Fabregas hevði fingið reytt kort, og síðan fekk Max Darj tað sama. Hákun West av Teigum fekk tveir nýggjar kjansir frá Lasse Andersson, og føroyingurin fekk uppreisn við tveimum málum.

Tað var lítil kortini lítil troyst. Füchse Berlin kom ongantíð nærri enn tvey mál, og so vann Barcelona við Emil Nielsen í miðdeplinum 37-34 og fór avstað við 12. sigrinum í Champions League.

Hákun West av Teigum og hinir í Füchse Berlin fara at royna aftur eftir sínum fyrsta.

 


Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762