Marius Borg Høiby fekk fýra ára fongsul

Marius Borg Høiby fekk fýra ára fongsul
Sonur norsku krúnprinsessuna er dømdur fyri tvær neyðtøkur og fríkendur fyri tvær. Hann er eisini funnin sekur í fleiri øðrum ákærupunktum
Marius Borg Højby er dømdur fýra ára fongsul.
 
15.06.2026 - 08:05

Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, er í morgun dømdur fýra ár í fongsul.

29 ára gamli Marius Borg Høiby var ákærdur fyri fýra neyðtøkur, umframt harðskap í fleiri førum. Tilsamans var talan um 40 lógarbrot.

Hann var dømdur fyri at hava framt tvær neyðtøkur, men fríkendur fyri hinar báðar. Eisini var hann funnin sekur í fleiri øðrum ákærupunktum.

Neyðtøkurnar, ið Marius Borg Høiby er dømdur fyri at hava framt, fóru fram í 2018 og í 2024. 

 


Jon Sverdrup Efjestad.

 

Ákæruvaldið kravdi fongsulsrevsing í sjey ár og sjey mánaðir. Marius Borg Høiby hevur viðgingið seg sekan í nøkrum ákærupunktum, og verjar hansara hildu, at fongsul í hálvt annað ár var á eini leið.

Dómararnir í Oslo Tingrett vóru samdir um, at revsingin skuldi vera fýra ár í fongsul.

Jon Sverdrup Efjestad, dómari, las fyri løtu síðani dómin upp:

 

15062026_Marius_domur

 

Dómurin er tilsamans 128 síður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572