Kunnu fiska 81 prosent meira av lodnu

Kunnu fiska 81 prosent meira av lodnu
Íslendska havstovan heldur, at ráðiligt er at fiska 358.000 tons av lodnu, og tey fimm prosentini, sum Føroyar eiga, skuldu givið sløk 18.000 tons
Gøtunes á lodnuveiðu. Íslendska havstovan heldur, at ráðiligt er at fiska 81 prosent meira av lodnu.
Mynd: Sigmund av Teigum  
 
15.06.2026 - 08:17

Tilmælið um íslendska lodnukvotu er 81 prosent størri enn tað var.

Íslendska havstovan sigur nú, at ráðiligt er at fiska 358.000 tons av lodnu.

Føroyar eiga fimm prosent av kvotuni, sum eftir hesum skuldi givið 17.900 tons.

Tilmæli eru eisini komin um onnur fiskasløg.

 

Minni toskur

Tilmæli um tosk er eitt prosent minni enn í verandi fiskiári, sum varar til 1. september. Tað er 201.674 tons.

Hetta er annað árið á rað, at tilmæli um tosk minkar.

Tilmælið fyri verandi fiskiár var fýra prosent minni enn í undanfarna ári. 

Men tilmælini um hýsu og upsa koma illa við hjá fiskivinnuni.

Íslendska havstovan mælir til at fiska 20 prosent minni av hýsu og 16 prosent minni av upsa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908