Ulla Joensen nýggjur nevndarlimur í Arbeiðsgevarafelagnum

Ulla Joensen nýggjur nevndarlimur í Arbeiðsgevarafelagnum
Hon var vald fyri Fróða Magnussen, sum ikki tók við afturvali
Ulla Joensen er nýggjur nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
 
16.06.2026 - 14:29

Ulla Joensen var vald í nevndina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum í gjár.

Tað skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen og Kristoffur Laksá stóðu fyri vali til nevndina. Fróði Magnussen tók ikki við afturvali, og Ulla Joensen var vald í hansara stað. Jens Meinhard Rasmussen og Krisoffur Laksá vóru afturvaldir.

 

Trý høvuðstilmæli

Ársfrágreiðingin var eisini løgd fram á fundinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur dent á trý høvuðstilmæli: At fáa fleiri ung at velja Føroyar, at tryggja støðugar og kappingarførar vinnukarmar og at raðfesta vinnuvendar útbúgvingar hægri.

Felagið vísir á, at hesi trý økini eru avgerandi fyri arbeiðsmegi, kappingarføri og framtíðar menningina í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392