Málið um valsvik í Oyndarfirði: Eisini fríkendur í landsrættinum

Málið um valsvik í Oyndarfirði: Eisini fríkendur í landsrættinum
Eystari landsrættur hevur staðfest dómin í Føroya rætti
Verjin, Christian Andreasen, á veg úr rættinum, tá dómurin var sagdur. Høgrumegin Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2026 - 12:42

Maðurin, sum hevur verið ákærdur fyri at hava framt valsvik á kommunuvalinum í Oyndarfirði í 2024, er eisini fríkendur í landsrættinum.

Dómararnir í Eystara landsrætti vóru samdir um, at ákæruvaldið kundi ikki lyfta próvbyrðuna, og tí var dómurin í Føroya rætti staðfestur. 

Sostatt endar málið, tí ákæruvaldið sleppur ikki í hægstarætt við máli av slíkum slag, ásannar høvuðsákærin, Katrin Thorsvig Hansen, sum annars onga viðmerking hevur til dómin.

Ákærdi maðurin fegnast um eisini at vera fríkendur í landsrættinum, men hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531