Málið um álopið við Sandá til viðgerðar í landsrættinum

Málið um álopið við Sandá til viðgerðar í landsrættinum
Tríggir dagar eru settir av til viðgerðina
Nevningating er í hesum døgum í málinum um álopið við Sandá 28. apríl 2024.
 
22.06.2026 - 13:06

Í morgun byrjaði nevningating í Eystara landsrætti um álopið á gøtuni við Sandá 28. apríl í 2024.

Kvinnan, sum var álopin, var í lívsvanda.

Ein 36 ára gamal maður úr Póllandi var 25. mars dømdur í Føroya rætti í trygdarvarðhald, forvaring, og hann var útvístur úr Føroyum med alla fyri álopið.

Hann er eisini dømdur at gjalda yvir 200.000 kr. í endurgjaldi fyri tort og mista arbeiðsinntøku.

Nevningating var í Føroya rætti, og tað var samt um at døma mannin.

Verjin hjá tí ákærda skjeyt beinanvegin dómin inn fyri Landsrættin.

Og í morgun byrjaði nevningatingið í Eystara landsrætti. Tríggir dagar eru settir av til viðgerðina

Ingolf Olsen, sum fylgir viðgerðini í landsrættinum, sigur, at enn er ikki komið so nógv nýtt fram í málinum: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120