Vance: Eftirlitsfólk frá kjarnorkustovninum fara aftur til Iran

Vance: Eftirlitsfólk frá kjarnorkustovninum fara aftur til Iran
Hetta er fyrsta stigið at steðga iransku kjarnorkuætlanini, sigur ameirkanski varaforsetin
J. D. Vance, varaforseti, hevur staðið á odda fyri amerikansku sendinevndini í Sveis. Høgrumegin pakistanski forsetin, Shebaz Sharif.
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.06.2026 - 07:57

Iran hevur játtað at bjóða eftirlitsfólki frá altjóða kjarnorkustovninum hjá ST, IAEA, aftur til landið. 

Tað segði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, í gjár, eftir samráðingarnar um vikuskiftið millum USA og Iran í Sveis.

Partarnir skrivaðu herfyri undir avtalu um vápnahvíld. 

Í avtaluni er staðfest, at bardagar á øllum hermótum skulu steðga, og at farast skal undir samráðingar um millum annað eru Hormuzsundið og kjarnorkuvirksemið í Iran.
 
Samráðingarnar um vikuskiftið vóru hildnar, hóast iranski herurin boðaði frá, at Hormuzsundið varð stongt, av tí at Ísrael heldur fram at leypa á Hizbollah har suðri í Libanon. 

Men sambært Al Jazeera hevur verið friðarligt í Libanon síðani leygarkvøldið.

 

Sleppa at selja gass og brennievni

- At kjarnorkustovnurin, IAEA, sleppur aftur til Iran, er fyrsta stigið á leiðini at enda iransku kjarnorkuverkætlanina, sigur amerikanski varaforsetin, J. D. Vance. 

Hann sigur eisini, sambært BBC, at USA fer ikki at forða Iran at selja gass og brennievni, meðan samráðst verður um frið.

Samráðingarnar eru settar til at vara í góðar 60 dagar - til 21. august. Semingsfólkini eru úr Pakistan og Katar.

Amerikanski varaforsetin er nøgdur við fystu samráðingarnar, og hann segði við tíðindafólk, at hann væntar, at eftirlitsfólk frá kjarnorkustovninum fara til Iran í hesi vikuni. 

Enn hevur Iran ikki váttað, at eftirlitsfólk frá IAEA sleppa inn aftur í landið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136