Ringastu jarðskjálvtar í Venesuela í meiri enn eina øld

Ringastu jarðskjálvtar í Venesuela í meiri enn eina øld
Higartil hevur vanlukkan kravt umleið 235 mannalív, og fleiri enn 4.300 eru løstað
Leitað verður eftir fólki í toftunum av rapaðum bygningum. Fleiri enn 37.000 fólk eru ikki komin afturíaftur.
Mynd: Maxwell Briceno/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.06.2026 - 07:57

Jarðskjálvtavanlukkan í Venesuela hevur higartil kravt umleið 235 mannalív, sigur Carlos Alvarado, heilsumálaráðharri.

Fleiri enn 4.300 fólk eru løstað, skrivar AP-tíðndastovan.

Tveir harðir jarðskjálvtar raktu norðara part av Venesuela mikukvøldið. Fyrri skjálvtin máldi 7,2 á Richter-stiganum og tann seinni 7,5, og hetta eru ringastu jarðskjálvtar í Venesuela í meira enn 100 ár.

Høvuðsstaðurin Caracas og landsparturin La Guaira eru serliga hart raktir. Fleiri hundrað bygningar, av teimum minst átta sjúkrahús, eru lagdir í oyði, og floghavnin í høvuðsstaðnum er stongd.

 

Leita í húsatoftunum

Bjargingarfólk og sjálvboðin leita eftir fólki í húsatoftunum. Eingin hevur nakað yvirlit yvir støðuna, skrivar Reuters-tíðindastovan, sum eisini veit at siga, at á eini heimasíðu, sum er gjørd at hjálpa til við at finna fólk, sum eru horvin síðani jarðskjálvtarnar, standa nú fleiri enn 37.000 fólk.

Amerikanski jarðfrøðisstovnurin, US Geological Survey, hevur ávarað um, at endaliga talið á deyðum ivaleyst fer at økjast rættiliga munandi.

Vanlukkan rakar eitt land, sum longu frammanundan er viknað eftir búskaparliga kreppu í nógv ár, skrivar Reuters. Og tað ger hjálpararbeiðið munandi truplari.

Fleiri lond, teirra millum USA, hava lovað at senda neyðhjálp alt fyri eitt, og tey hava eisini sent bjargingarlið til Venesuela.

Og amerikanska stjórnin hevur eisin linkað revsitiltøkini móti landinum í eina tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572