Skipið hjá Paul Watson komið inn um 200 fjórðingar í Íslandi

Skipið hjá Paul Watson komið inn um 200 fjórðingar í Íslandi
Felagsskapurin hjá Watson hevur alment boðað frá, at farið verður í hernað móti hvalaveiðu í Íslandi í summar
Bandero - skipið hjá Paul Watson - er komið inn um 200 fjórðingar í Íslandi.
Mynd: Paul Watson Foundation  
 
29.06.2026 - 08:49

Skipið Bandero, sum hoyrir til felagskapin hjá Paul Watson, Captain Paul Watson Foundation, kom í gjár inn um 200 fjórðingamarkið í Íslandi.

Íslendsku myndugleikarnir hava samband við skipið, skrivar Morgunblaðið.

Myndugleikarnir hava heitt á manningina á Bandero um at tendra AIS-skipanina, sum annars var sløkt. 

AIS stendur fyri Automatic Identification System og vísir dátur um skipið - hvar tað liggur, ferðina, og hvønn veg tað siglir.

Felagsskapurin hjá Watson hevur alment boðað frá, at farið verður í hernað móti hvalaveiðu í Íslandi í summar.

 

"Operation 86"

Heitið á herferðini er  "Operation 86". Og tað sipar til hendingina eina nátt í november 1986, tá ið tveir limir í Sea Sheherd tóku seg inn á hvalastøðina á Hvalfirði og framdu herverk umborð á fýra íslendskum hvalabátum, sum lógu við bryggju.

Somu nátt sigldu Sea Sheperd-limirnir til Reykjavíkar havn, har teir søktu tveir hvalabátar við at lata botnventilarnar upp

Paul Watson tók ábyrgdina av atsóknini. 

Íslendsku myndugleikarnir hava upplýst, at teir fylgja gongdini neyvt, og hava eftirlit við Bandero, nú tað er komið inn um 200 fjórðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711