Skulu vera 50 prosent sjálvbjargin við tí, sum veksur í Føroyum

Skulu vera 50 prosent sjálvbjargin við tí, sum veksur í Føroyum
Stuðulin skal vera størri, so hann ger veruligan mun hjá teimum, sum virka í landbúnaðinum
Ætlanin er eisini at gera tað lættari hjá festibóndum at fáa fígging til íløgur í festini, sigur Jacob Vestergaard. (Savnsmynd)
 
30.06.2026 - 08:16

Búnaðarstovan og Vinnumálaráðið gera eina langtíðarætlan, sum skal gera Føroyar 50 prosent sjálvbjargnar við tí, sum veksur væl í Føroyum.

Samstundis skal meira fáast burtur úr kjøti.

Búnaðarstovan hevur greinað føroyska landbúnaðarstuðulin og sammett hann við stuðulin í Norðurlondum og í ES. 

Stuðulin í Føroyum er nógv minni. 

Stuðulin skal tí vera størri, so hann ger veruligan mun hjá teimum, sum virka í landbúnaðinum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann.

Ætlanin er eisini at gera tað lættari hjá festibóndum at fáa fígging til íløgur í festini.

Og festiskipanin skal endurskoðast og eftirmetast, sigur landsstýrismaðurin.

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847