- Tíðindi, mentan og ítróttur
HM: Evropeiskir risar fullu eftir brotsspørk
HM: Evropeiskir risar fullu eftir brotsspørk
Týskland og Niðurlond máttu so nakkalong takka fyri seg í heimsmeistarakappingini, tá ávíkavist Paraguay og Marokko vóru hvassari í brotssparkskappingunum

Joshua Kimmich, Jonathan Tah og Jamal Musiala máttu takka fyri seg eftir tap fyri Paraguay í brotssparkskapping
Mynd: Peter Cziborra/Reuters/Ritzau Scanpix
30.06.2026 - 12:47
Týskland hevði ongantíð tapt eina brotssparkskapping í heimsmeistarakappingini.
Í 1982 vunnu týskarar á Fraklandi úr 11 metrum, fýra á seinni á Meksiko. Í 1990 sendu týskarar England heim í hálvfinaluni, og á heimavølli í 2006 máttu argentinar boyggja seg.
Men einaferð skal vera fyrstu ferð; eisini hjá týska fótbóltsrisanum. At tað so gjørdist Paraguay við Orlando Gill í málinum, sum steðgaðu longu treku týsku maskinuni, var kanska eitt sindur óvæntað.
Jonathan Tah misnýtti, so José María Canale kundi senda Paraguay víðari. Stutt frammanundan - í umdystinum - hevði týski miðverjin skorað til 2-1, men málið var kolldømt eftir VAR-eftirkannan.
Málverjin, Orlando Gill, fegnast saman við sínum liðfeløgum hjá Paraguay, sum sendi Týskland úr heimsmeistarakappingini í nátt. (Mynd: Jewel Samad/AFP/Ritzau Scanpix)
Niðurlond send niður og norð
Eitt annað evropeiskt fótbóltsstórveldi - Niðurlond - vóru varpaði úr kappingini.
Afrika hevur heili níggju tjóðir við í sekstandapartsfinalunum og kanska hin sterkasta - Marokko - varð ov sterkt fyri Oranje.
Cody Gakpo legði Niðurlond framum, men Issa Diop javnaði í yvirtíðini, og shóast bæði liðini raktu illa úr 11 metrum, var Marokko við yvirlutan 3-2 í brotssparkskappingini.
Tað sá eisini svart út hjá Brasil, sum kom afturum ímóti Kaishu Sano og Japan, men Casemiro javnaði við góðum skallara, áðrenn Gabriel Martinelli avgjørdi fyri fimmfaldu heimsmeistararnar.
Gabriel Martinelli skoraði í yvirtíðini ímóti Japan og sendi fimmfaldu heimsmeistararnar Brasil víðari í kappingini (Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)
Norðurlondini stórar avbjóðingar
Bæði Norra og Svøríki hava stórar avbjóðingar í kvøld. Norðmenn sendu B-liðið á vøllin ímóti Fraklandi, men A-liðið við Erlingi Haaland og Martini Ødegaard á odda verður ivaleyst sent á vøllin ímóti Fílabeinsstrondini.
Um tað verður nóg mikið móti sterku afrikansku tjóðini við Yan Diomande og øðrum á odda, er verri enn so víst. Uppaftur størri uppgávu hava svenskarar, sum skulu royna at steðga mongu fronsku framherjunum.
Kylian Mbappé og Michael Olise byrjaðu kappingina sum eitt óløgi, og Ousmane Dembélé stemplaði av álvara inn við hattrikki ímóti Norra. Afturat teimum eru Désiré Doué, Bradley Barcola og Rayan Cherki partur av óhugnaliga sterka álopsarsenalinum hjá fraklendingum.
Í nátt spæla Ekvador og Meksiko á Azteka-leikvøllinum í Meksiko býi í einum dysti, sum kann fara báðar vegir.
Marokko takkar sínum viðhaldsfólkum eftir sigurin á Niðurlondum (Eloisa Sanchez/Reuters/Ritzau Scanpix)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






























