Vita ikki, hvussu nógv undantøk í mvg kosta landskassanum

Vita ikki, hvussu nógv undantøk í mvg kosta landskassanum
22 undantøk eru frá avgjaldsskyldugari sølu, og 16 undantøk eru frá skylduni um mvg-skrásting
Aksel V. Johannesen er landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2026 - 15:51

Eingin veit, hvussu nógv undantøkini í lógini um meirvirðisgjald, frítøkur fyri meirvirðisgjald og skipanir við afturbering av meirvirðisgjaldi kosta landinum.

Tí eingin dagførd meting er gjørd.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

Hann sigur, at 22 undantøk eru frá avgjaldsskyldugari sølu sambært lógini um meirvirðisgjald.

Og 16 undantøk eru frá skylduni at vera mvg-skrásettur.

Haraftrat eru skipanir við afturbering.

Tað hevði kravt drúgt og umfatandi greiningararbeiði at mett kostnaðin, sigur landsstýrismaðurin.

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672