Ráðførir seg um dupultskattaavtalu við Grønland

Ráðførir seg um dupultskattaavtalu við Grønland
Grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kemur til Føroya á vitjan seinni í mánaðinum
 
06.01.2014 - 07:47

Fyrrapartin í dag fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um ætlaðu broytingarnar í dupultskattavtaluni millum Føroyar og Grønland.

Broytingar í dupultskattaavtaluni vóru millum annað endamálið við ferðini hjá Jørgeni Niclasen til Grønlands í fjør summar.Sambært føroyska Fíggjarmálaráðnum ger galdandi avtala, at føroyskar fyritøkur í Grønlandi fáa ikki kappast á jøvnum føti við fyritøkur úr øðrum londum, serliga úr Danmark, Noregi og Íslandi.

Til Føroya á vitjan

Tá Jørgen Niclasen var í Grønlandi, avtalaðu hann og grønlendski starvsfelagi hansara at hittast aftur í Føroyum nú í januar at halda fram við tingingunum um dupultskattaavtaluna og samstarv annars um skatt og búskaparskipan.

Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður í fíggjarmálum og innlendismálum, kemur til Føroyum á almenna vitjan seinni í hesum mánaðinum. Hann skal eisini til Íslands. Uttanlandsferðin hjá grønlendska landsstýrismannium byrjar í dag og varar til 16.januar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860